pris3

Hvat bjóða vit?

Luksus pakkin

1990KR


Innan
reins

1390KR


Uttan
vask

890KR






Vaska og skola bilin við sápu og avfeittara


Vit byrja við at sproyta skúm á bilin við einari góðsku-skúmkanón. Hetta skúmið lata vit so liggja á bilinum í nakrar minuttir, soleiðis at tað fær tíð at upploysa alla óreinsku. Eftir hetta trýstspula vit bilin við einari styrki, sum fær skittin burtur og samstundis ikki ger skaða á bilin. Tá ið tann ringasti skitturin er burtur, vaska vit bilin við hond við tveimum handskum úr mikrofiprum, sum eru gjørdir til júst hetta endamálið. Tá ið hetta er gjørt, er eingin skittur eftir á bilinum.



Endurnýggja dekkini - Fáa tann nýggja, svarta litin fram


Tá ið tú keypir nýggj dekk, hava tey ein serligan, svartan lit. Hesin litur fellur tó burtur, meira tú brúkar tey. Serliga eru tað UV-strálurnar frá sólini, sum slíta dekkini. Tað, sum vit bjóða, er at geva dekkunum tann nýggja, svarta litin fram aftur. Vit byrja við at vaska og reinsa dekkini soleiðis, at ongin skittur liggur eftir á teimum. Síðani smyrja vit eina olju á, sum gevur dekkunum sín nýggja, svarta lit aftur. Oljan verjir eisini ímóti UV-strálum, og hetta hevur við sær, at dekkini varðveita svarta litin longur.

Rútar pussaðir og forseglaðir


Ofta setur ymiskur skittur seg á vindeyguni, sum ikki fæst vekk við bert at skola og vaska bilin. Tað er neyðugt at brúka eitt heilt serligt vindeygareins fyri at loysa hendan skittin. Tá ið vindeygað er reinsað fyri øllum skitti, koyra vit eina verju á, so at ongin skittur og plettar kunnu seta seg á vindeygað framyvir. Tað er ikki bert penari at hava reinar rútar, tað ger eisini bilin tryggari at koyra!



Reinsa ímillum felgur fyri bremsustøv


Tað mesta av skittinum, sum leggur seg á felgur, er bremsustøv. Tí byrja vit mannagongdina við at sproyta eitt evni á felgurnar, sum upploysir bremsustøvið. Síðani loysa vit skittin við bustum, ið eru gjørdar júst til felgur, og eftir hetta skola vit allan skittin burtur við trýstspularanum. At enda smyrja vit eina verju á felgurnar, sum ger felgurnar meir mótstøðuførar móti skitti framyvir.

Motorvask


At reinsa motorin á bilinum er nakað, sum fólk flest ikki hugsa um. Tískil eru motorar á bilum ofta øgiliga skitnir. Um tú t.d. ætlar tær at selja bil tín, so kann tað vera eitt gott hugskot at vísa ein reinan motor fram.



Rudda og dustsúgva bilin


Tað fyrsta vit gera, áðrenn vit fara í holt við at reinsa bilin, er at rudda bilin. Her taka vit alt tað, sum er ov stórt fyri ein dustsúgvara, til síðis. Síðani dustsúgva vit bilin, og tá hetta er gjørt, er klárt at fara í dýpdina við reinsingini.

Reinsa dúrkið


Dúrkið er tað skitnasta í bilinum, og tí er tað sjálvsagt, at hetta krevur ta størstu viðgerðina. Vit byrja mannagongdina við at brúka ein góðsku-dampreinsara. Dampreinsarin tekur allan skittin og plettar, sum dustsúgvarin ikki klárar at taka. Av tí at dampurin frá dampreinsaranum er yvir 100 hitastig Celsius, drepur hann eisini allar bakteriur, sum eru í dúrkinum. Eftir at dúrkið er reinsað, smyrja vit eitt serligt dúrkreins á, sum gevur tí tann nýggja, myrka litin fram aftur.



Reinsing og styrking av tólbretti og handskarúmi


Verður alt støv ikki tikið burtur, áðrenn reinsievni verða nýtt á, ávirkar hetta endaliga úrslitið. Av hesi orsøk byrja vit við at busta alt støv, sum hevur sett seg á tólbrettið og handskarúmið, burtur. Eftir hetta smyrja vit ymisk reinsievni á, sum gera tað, at tólbrettið og handskarúmið verða sum nýtt. Av tí, at UV-strálurnar frá sólini fara illa við bæði tólbrettinum og handskarúminum, smyrja vit eina verju á, sum ger, at hesi halda sær sum nýggj í nógv ár.

Blása við trýstluft


Tá ið tú dustsýgur bilin, fært tú ikki alt støv, sum liggur ímillum setrini. Tað er her, at trýstluft kemur inn í myndina. Trýstluft tekur alt støv, sum ein dustsúgvari ikki sleppur til. Eisini loysir trýstluft alt støv, sum situr ov fast í kabinuni fyri ein dustsúgvara.



Seturreinsing


Eitt setur krevur meira viðgerð, enn ein heldur. Tá ið eitt setur ikki er reinsað í longri tíð, leggja ymiskar kropsoljur og støv seg á setrið, eins og UV-strálur illa slíta setrið. Tí byrja vit mannagongdina við at fyrst dustsúgva setrið, og eftir hetta brúka vit eitt ávíst seturreins, ið upploysir allar kropsoljur, sum hava lagt seg á setrið.

Smyrja gummilistar og mottur


Gummi slítist við árunum, og við tíðini blíva gummilistarnir á einum bili gráir í liti. Allar UV-strálurnar, sum gummiið tekur í seg, kunnu eisini viðføra, at listarnir skrædna, og harvið kann tað fara at leka ímillum hurðarnar. Til tess at fyribyrgja hesum smyrja vit eina olju á, ið verjir ímóti sliti, og samstundis fáa teir svarta litin aftur. Motturnar í einum bili missa eisini farvuna við tíðini, og sama hvussu tú vaskar tær, fara tær at síggja eitt sindur skitnar út aftaná, sjálvt um eingin skittur er á teimum. Her brúka vit eisini eina olju, sum verjir gummi ímóti sliti, og eftir hetta fáa eisini tær svarta litin aftur.


 
 

Bílegg bilvask


Niðanfyri ber til at bíleggja bilvask. Møguligt er at bíleggja bilvask allar dagar í vikuni. Útfyll teigarnar, og vit venda aftur skjótast gjørligt.